Dani vann 135 milliónir

Ein sera heppin dani vann í gjárkvøldið 135 milliónir krónur í spælinum Eurojackpot, og hetta er nógv tann størsti vinningurin, sum nakar dani hevur vunnið í spæli. Tað gamla metið var 38,5 milliónir krónur, sum eini hjún í Keypmannahavn vunnu fyri fýra árum síðani.

Í gjárkvøldið hevði tann hepni ikki gjørt vart við seg, men Danske Spil sigur, at vinnarin hevði keypt spælið í kioskini á sjúkrahúsinum í Herlev. Fyri tað hevði hann goldið 60 krónur.

Danske Spil sigur, at vinnarin fær nøkur góð fíggjarlig ráð, nú hann ella hon brádliga er vorðin fleirmillióningur.