Dani tók ársins fjølmiðlamynd

FJØLMIÐLAR. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein mynd hjá einum donskum myndamanni kosin at verða tann besta fjølmiðlamyndin á árinum

Hetta avgjørdi ein altjóða dómsnevnd í Amsterdam fyri lítlari viku síðani. Tað var Claus Bjørn Larsen, sum dagliga starvast hjá Berlingske Tidende, sum vann virðislønina, sum er tann mest virda av sínum slagi.

42.215 myndir hjá 3981 myndamonnum úr 122 londum vóru við í kappingini. Myndin, sum dómsnevndin helt verða tað bestu í 1999, var tikin í eini flóttafólkalegu í Kukés í Albania. Á myndini sæst ein særdur kosovo-albani.

Hetta er 43. árið, at ársins fjølmiðlamyndir verða kosnar.