Hagtøl fyri norsku tippuliguna vísa, at ein danskur fótbóltsspælari er mest revsaður av dómarunum í hesum kappingarárinum. Jan Michaelsen, sum áður hevur spælt fyri Panathinaikos, hevur fingið átta gul kort í 17 dystum fyri HamKam í ár, og tað er tað mesta av øllum spælarunum í deildini.
- Eg spæli fyri liðið, og eg geri ongantíð eina takkling fyri at skaða ein spælara, sigur Jan Michaelsen við norska sjónvarpið.
Eitt av gulu kortunum fekk Jan Michaelsen fyri at brúka seg, og hann heldur, at tað er einasta býtta kortið, hann hevur fingið í ár.