Enn eru tíðindini ikki váttað, men við Suðuroyarportalin sigur formaðurin hjá TB, Jóan Petur Olgarsson, at hann roknar við, at sáttmálin verður undirskrivaður innan heilt fáar dagar.
Jan Nielsen hevur ikki áður virkað sum venjari í Føroyum. Hinvegin hevur hann í fleiri umførum virkað sum hjálparvenjari hjá Frank Skytte, sum í fleiri umførum hevur virkað her á landi. Eisini sum venjari hjá TB.
Og líkt er til, at talan verður um eitt styrkt TB-lið, sum Jan Nielsen skal venja. Fyri Suðuroyarportalinum upplýsir TB-formaðurin, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan málverja, ið skal loysa Predrag Markovic av. Hartil er ætlanin eisini at fáa styrk á miðvøllinum, men tann spurningurin er ikki greiddur enn, sigur Jóan Petur Olgarsson.