Dani mitt í rokanum í Berlin

Bert einar tveir minuttir, áðrenn stóri lastbilurin kom, hevði danin, Morten Wigotski, verið júst har á leiðini.

 

Danin, Morten Wigotski, var í kvøld á staðnum í Berlin, har ein stórur lastbilur knappliga koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði.

 

Her upplivdi danin, hvussu stemningurin bráddliga - eftir umleið fimm ella seks sekundum - broyttist frá hugnaligum jólastemningi til larm, har fólk runnu fyri lívi sínum.

 

- Tað var sum at hoyra ein viðarbul detta niður úr tíggju metra hædd. Eitt ordiligt dunk - og so byrjaðu fólk bara at renna, sigur Morten Wigotski við danska blaðið, BT.

 

Í byrjanini helt hann, at talan var um eina ferðsluvanlukku. Men, tá hann sá ótryggleikan lýsa úr eygunum á fólkinum, sá hann, at hetta var enn meira álvarsamt. Men, júst, hvat tað var, visti hann ikki.

 

Tað, sum danin í hesi løtu ikki vist, var, at ein stórur lastbilur hevði koyrt inn í eina mannamúgvu - júst, har hann sjálvur tveir minuttir frammanundan hevði staðið.

 

- Vit runnu avstað, tí øll hini gjørdu tað. Tað var panikkur í fólkinum, men tá vit vóru komin einar 300 metrar burtur, var róligari í gøtuni, sigur Morten Wigotski.