Dani fer til Turkalands

Danskur landsliðsleikari fer at spæla fótbólt í Turkalandi komandi árini

Danski landsliðsverjuleikarin, Simon Kjær, hevur spælt við franska Lille seinastu tvey árini. Nú er tó greitt, at ljóshærdi miðverjin fer nýggjar leiðir á yrkisleiðini sum fótbóltsleikari.

 

Seinastu dagarnar hava danskir miðlar sagt tað verið fyri vist, at Simon Kjær fór at spæla við turkiska stórfelagnum, Fenerbahce. Í gjár bleiv tað so almannakunngjørt. Felagið váttar á heimasíðu sínari, at danin hevur skrivað sáttmála, sum er galdandi fyri tey næstu fýra árini.

 

Simon Kjær hevur verið víða um í evropeiska fótbóltsheiminum. Afturat Lille hevur hann áður leikt við italienska feløgunum, Palermo og Roma, og týska Wolfsburg.