Dardo Betzer úr Silkeborg møtti ikki sjálvur í Sjó og Handilsrættinum. Men hann er dømdur at gjalda eitt endurgjald uppá 100.000 krónur til katalanska stórfelagið, FC Barcelona, fyri at hava innflutt 971 endurgjørdar FC Barcelona fótbóltsbrøkur og fótbóltstroyggjur úr Thailandi, frá einum felagi, sum ikki hevur loyvið at framleiða klædnapløgg, sum hava frámerkið hjá FC Barcelona. Hetta skrivar Midtjyllands Avis í dag.
Í dóminum verður staðfest, at Dardo Betzer hevur gjørt seg inn á vørumerkisrættindini hjá FC Barcelona. Dardo Betzer hevur ikki havt nakran sakførara til at hjálpa sær í málinum, og hann helt annars, at hann skuldi møta í Sjó og Handilsrættinum í morgin.
Dardo Betzer er sjálvur skelkaður av harða dóminum. Sjálvur tvíheldur hann, at málið snýr seg bara um tvey sett av fótbóltsklæðum, sum danska tollvaldið tók frá honum. Tað, sum hann annars fekk til vega bleiv alt stjolið úr bilinum hjá honum.
Dardo Betzer hevur innflutt klædnapløgg úr Thailandi síðani 1991. Hann tvíheldur, at tað hevur ongantíð verið ætlanin hjá honum at innflyta endurgjørd klædnapløgg. Tá sakarmálið hjá FC Barcelona varð tikið upp í Sjó og Handilsrættinum, gavst hann kortini við at innflyta klædnapløgg úr Thailandi.