36 ára gamli danski sjónleikarin Nicolaj Coster Waldau kann rokna við at gerast landskendur í USA í næstum. Hann hevur nevniliga fingið høvuðsleiklutin í eini nýggjari sjónvarpsrøð, sum hevur fingið heitið New Amsterdam. Í røðini spælir Waldau ein løgreglumaður, sum hevur livað í 400 ár og ikki kann doyggja.
Tað er felagið Fox, sum framleiðir nýggju røðina, og hon hevur nógv at liva upp til, tí hon skal avloysa Prison Break, sum hevur verið sera vælumtókt.
Roknað verður við, at danska TV3 fer at sendi New Amsterdam í heyst.