Tað er heimasíðan, www.totalsportek.com, sum hevur gjørt eitt yvirlit yvir sjey teir hægstu løntu hondbóltsleikararnar í heiminum, og her er danski Mikkel Hansen í einum flokki fyri seg.
Teir sjey eru:
7. Lasse Andersson - FC Barcelona/Danmark 2.625.000 krónur/árið
6. Niclas Ekberg - THW Kiel/Svøríki 3.000.000 krónur/árið
5. Cedric Sorhaindo - FC Barcelona/Frakland 3.375.000 krónur/árið
4. Ferran Sole - Fenix Toulouse/Spania 3.750.000 krónur/árið
3. Hans Lindberg - Fuchse Berlin/Danmark 4.875.000 krónur/árið
2. Nikola Karabatic - PSG/Frakland 6.750.000 krónur/árið
1. Mikkel Hansen - PSG/Danmark 11.250.000 krónur/árið
Hetta er lønin, ið spælararnir fáa frá sínum feløgum. Lýsingaavtalur og annað, sum teir hava hvør í sínum lagi er ikki íroknað. Til samanberingar kann nevnast, at hægst lønti fótbóltsleikarin í heiminum, Cristiano Ronaldo, sambært Forbes fær umleið 713 milliónir krónur í løn um árið.