DanCopter fekk noktandi svar um flúgving í Føroyum

Danska ferðslumálaráðið vil ikki geva DanCopter loyvi at flúgva í Føroyum, tí DanCopter hevur einki føroyskt felag. Tað er DanCopter nú í holt við at broyta og fer at søkja av nýggjum

DanCopter vil sleppa upp í offshore flúgving í Føroyum næsta ár, og tí søkti felagið herfyri danska Ferðslumálaráðið um loyvi at flúgva í Føroyum.
Umsóknin hevur verið til viðgerðar, og DanCopter hevur nú fingið svarið.
? Vit fingu noktandi svar við teirri grundgeving, at vit einki føroyskt felag hava, og tí kundu vit ikki sleppa at flúgva í Føroyum, sigur Susanne H. Lastein, stjóri í DanCopter.
Tyrlufelagið í Esbjerg gevur tó ikki upp av hesari orsøk, tí tey eru longu í holt við at stovna eitt felag í Føroyum, so tey kunnu søkja um loyvi av nýggjum.
? Vit rokna við, at føroyska felagið hjá okkum verður stovnað í dag ella í morgin, og so kunnu vit senda umsóknina avstað av nýggjum, segði Susanne H. Lastein fyrrapartin hósdagin.

Passa væl til Føroyar
DanCopter hevur tríggjar tyrlur, og felagið flýgur nógv offshore í Norðsjónum, men felagið hevur eisini aðrar uppgávur.
? Vit vilja gjarna sleppa við í føroyska offshore flúgving, sum verður í 2006, og vit hava bæði tyrlur og flogskiparar, sum eru væl egnaðir til flúgving í Føroyum, sigur Susanne H. Lastein.
? Vit vita væl, at umstøðurnar at flúgva í Føroyum er serligar, men vit hava flogskiparar, sum áður hava flogið í Føroyum, og teir hava tann neyðuga kunnleikan til lokalu viðurskiftini, sigur hon.
DanCopter hevur góðar vónir um at fáa loyvi at flúgva í Føroyum, eftir at eitt føroyskt felag er stovnað.