Fyri ári síðani var val til danating. Tjóðveldið avgjørt sum altíð. Ikki talan um at blanda seg í danskan politikk, so eiðasørt ? og so skuldi bert tosast føroyskt, ein mergjað tjóðveldisrødd var svarið. Nú var slutt við donskum leigusveinum. Nú var slutt við at sleikja danska koyrilin hjá Nyrup.
Og væl bar til.
Sjálvur garanturin fyri fólkarepublikkini fekk sæti í hjartanum í kolinimaktini. So nú var lag á manni.
Brotið varð upp um ermar ? norðatlantsbólkurin gjørdist mergurin í loysingini. Saman við grønlendskum sosialistum nú samanrenningin av íslendskum sosialistum og gomlum kommunistum skulu koloniveldi danska setast á pláss.
Men lekur ikki millum teori og praksis?
Fyrsta umboðið gjørdi, var at gera knæfall fyri donsku grundlógini. Váttaði við egnari hond, at lógin var alra ríkisins.
Síðani at skipa bólk við grønlendingum at fáa sum mest úr danska stats-kassanum at fíggja egið politiskt virksemi.
Men?um dagarnar bar av.
Nú frættist, at garanturin fyri fólkarepublikkina var farin í valbólk á danatingi. Og ikki við hvørjum sum helst ? donskum sosialdemokratum (Nyrup), sosialistum (SF), gomlum kommunistum (Eindar-listanum) og annars politiskum opportunistum. Nú er Nyrup av øllum vorðin trygdin fyri republikanskari ávirkan á danatingi! Nyrup er nú trygdin fyri, at republikanska umboðið sjálvt kann skýra seg at gerast politiskur stuðulspædagogur á danatingi (ÚF, sambært umboðnum). Hetta eru teir, sum ikki skuldu blanda seg í danskan politikk?!
Men hetta er kanska fremjanin av treytaleysum nærlagni og klokkuklárum mannagongdum, sum tjóðveldið hevur tikið patent uppá?
Onnur ivast og sanna, at ofta etur hundur tað, hann sjálvur drítur.