Dan: Týdningarmikil sigur í einum rótutum dysti við Stórá

(FM1) Hoyr eina stutta telefonsamrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík um 2-1 sigurin við Stórá í Trongisvági

##med2##

 

Tað var ein rótutur dystur við Stórá í Trongisvági í dag har øll málini komu fyrstu 28 minuttirnar av dystinum. B36 vann 2-1 á TB, og fekk trý týdningarmikil stig við sær til Havnar.

 

B36 er nú á fjórða plássinum við 31 stigum. Um NSÍ ikki vinnur á Víkingi við Løkin verður B36 á fjórða plássinum tá hetta umfarið í Betrideildini er avgreitt. 

 

TB-B36 1-2 (1-2)

 

0-1 Mathias Thrane (17.)

 

1-1 Toni Takamaki (19.)

 

1-2 Alex Mellemgaard (28.)

 

Høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík fegnast um ein kærkomnan sigur í einum rótutum dysti.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Dan Brimsvík beint áðrenn Smyril fór av Drelnesi.