Dan Petersen bert løgtingsmaður

Dan R. Petersen hevur farloyvi frá lærarayrkinum so leingi hann er løgtingsmaður

Dan R. Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er ikki í starvi sum lærari, soleiðis sum vit skrivaðu, eftir at løgtingið samtykti stóru lønarhækkanina til tingmenn í síðstu viku.

Sambært nýggju lønarskipanini hjá løgtingsmonnum, kunnu tingmenn bert hava eitt hálvtíðarstarv umframt tingmannastarvið - um talan er um alment starv.

Dan R. Petersen hevur gjørt okkum varugar við, at hann hevur biðið um farloyvi frá lærarayrkinum so leingi hann er tingmaður ? og soleiðis verður tað eisini frameftir.