Dan og B36 eru aftur í óndari HB ringrás

Nú eru tað meiri enn trý ár síðani, at B36 vann ímóti grannunum í HB

Tað var tann tíð, tá ið HB ikki tapti landskappingardyst ímóti grannunum í B36. Fótbóltsnørdar plaga at siga, at B36 vann ongan landskappingardyst ímóti grannunum fyri norðan í tíðarskeiðnum frá 1968 og fram til 1983.

 

Hetta metið stendur ikki fyri falli, og soleiðis sum feløgini í Gundadali nú eru skipað, so fara tað neyvan at ganga 15 ár frá síðsta B36 sigrinum og til tann næsta.

 

Í dag var grannauppgerð í Gundadali, og hana vann HB 3-0. Harvið eru tað meiri enn trý ár síðani, at B36 vann fulla úrtøku ímóti grannunum, og tað er eisini veruleiki, at B36 hevur ikki vunnið ímóti HB, síðani Dan Brimsvík á heysti í 2020 tók við sum B36 venjari.

 

At hini úrslitini í dag lagaðu seg, sum tey gjørdu, ber við sær, at trivaligi HB sigurin í dag onga ávirkan hevur á plaseringarnar. HB verður nummar trý í 2022, og B36 verður nummar fýra, og bæði feløgini í Gundadali fara næsta summar at vera við í europeisku kappingunum.

 

HB toppskjúttin Stefan Radosavljevic setti hol á, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Adrian Justinussen átti uppleggið. Stefan hevur nú skorað 12 mál. Fýra minuttir eftir steðgin økti Daniel Johansen um munin til 2-0, og tá ið B36 miðvallarin Magnus Holm Jacobsen sá beinleiðis reytt kort, tá ið ein tími var farin, var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða.

 

Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Áki D. Samuelsen trivaliga 3-0 sigurin. Uppleggið átti ein av ungu spælarunum, Rani Wenningsted Sørensen, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn.

 

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, fær HB vitjan av NSÍ, og B36 fer fyri fyrstu ferð síðani skriviborðstapið ímóti B68 at spæla á Svangaskarði.