##med2##
B36 hevur mangan havt tungt hoyggj við AB í Betrideildini, men í dag gekk tað sum eftir ánni hjá B36 úti í Vika á Argjum, og vunnu teir stórsigur 5-0.
AB – B36 0-5 (0-3)
0-1: Rasmus Reihdar Nissen (15.)
0-2: Michal Przybylski (20.)
0-3: Sonni Ragnar Nattestad (34.)
0-4: Magnus Holm Jacobsen (81.)
0-5: Michal Przybylski (89.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru við Jákup Paula Breckmann hjá AB, og Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36 í "Triðja Hálvleiki" á FM1.
- Eg veit ikki, hvat tað var, sum kiksaði, men tað var eyðsýnt, at í dag bar einki til, og hugburðin ímóti HB fyri viku síðani sást einki til. Vit kunnu ikki annað enn gloyma hetta og so venda eygnunum imóti leygardegnum, tá ið vit skulu spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað kennist altíð torført at spæla við Margáir, og tað er heilt víst, at um vit ikki tá fara at avrika heilt øðrvísi, enn vit gjørdu í dag, so fara vit einki at fáa burturúr, ásannar Jákup Pauli Breckmann, sum er AB liðformaður í samrøðu við FM1.
- Tað hevði stóran týdning, at vit fingu hol á, tá ið eitt koter var farið, og at vit vóru frammanfyri 3-0, tá ið stórur hálvur tími var farin. Fríggjadagin eiga vit Skála á heimavølli, og nú er tað týdningarmikið, at vit varðveita fokus og vinna fjórða sigurin á rað. Um tað skal eydnast, so er neyðugt at vit av álvara arbeiða fyri søkini, sigur B36 venjarin í samrøðu við FM1.