Dan Klein í rættin fyri ærumeiðing

Í dag fer blaðstjórin á Oyggjatíðindum í rættin at verja seg móti ákærum um ærumeiðing. Tað er Victor Carlsen, ið hevur stevnt Dan Klein, tí hesin hevur kallað hann ?pengagrís? á forsíðuni í blaðnum

 

Tað var í vár, at tað stóð at lesa í Oyggjatíðindum um Victor Carlsen, og í yvirskrift á forsíðuni varð hann kallaður pengagrísur. Hesum finnur Victor seg ikki í, og hann hevur tí stevnt Dan Klein fyri rættin.

Greinin í Oyggjatíðindum segði frá, at Victor Carlsen hevði sent eina rokning vegna móðir sína til arvingar hjá manninum, sum móðir Victor var gift við. Sambært rokningini kravdi hann pening, fyri at mamman hevði passað mannin, sum hon var gift við, meðan hann var sjúkur. Hesi bæði eru nú deyð. Rokningin varð tó víst aftur sambært blaðnum.

Tí metti blaðið seg hava rætt at kalla mannin fyri pengagrís. Eisini eru aðrar ákærur í greinini, sum ikki sleppa at standa óátalaðar í fyrstu syftu.

Bjørn á Heygum er sakførari hjá Victori Carlsen, og hann sigur, at hetta er ein stevning um ærumeiðing, har høpisleysar atfinningar eru tiknar úr leysum lofti og verða holvdar omanyvir viðkomandi sum ein lortabytta. Tí skal Dan Klein prógva uppáhaldini í rættinum.


Dómarin er vitni

Tann ákærdi hevur innkallað vitni í síni roynd at verja seg. Og tað eru ikki hissini vitni, sum eftir ætlan vera í rættinum.

Politimeistaran Mogens Nepper Christensen, Løgtingsins umboðsmann Joen H. Andreasen og dómaran hevur Dan Klein innkallað sum vitni.

Um Dan verður funnin sekur í ærumeiðing, kann hann vænta sær eina bót uppá 10.000-20.000 krónur, men dómarin hevur eisini heimild at geva fongsulsrevsing.

Lítil ivi er um, at verður Dan Klein funnin sekur, so fer hann at kæra dómin fyri hægri rætt.

Um Dan Klein hinvegin ikki verður funnin sekur, sleppur greinin at standa órørd.