Dan kennir seg snýttan fyri tvey brotsspørk

Tað er tekin um veikleika at grenja inn á dómaran, heldur HB venjarin, sum rósar sínum spælarum fyri at stríðast alla tíðina og vinna, hóast B36 í langa løtu leikliga var greitt omaná

HB hevur í kvøld tryggjað sær trý stig í grannauppgerð ímóti B36. Úrslitið var 2-1 til HB, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Málið skoraði Jacob Johansson beinanvegin. Tað var eftir innlegg úr høgru, og eftir at Áki D. Samuelsen tætt undir málinum vann luftdyst og við høvdinum sendi bóltin í stólpan.

 

Bólturin sprakk út í málteigin, har Jacob Johansson var fyrstur millum vinir og fíggindar.

 

Eftir steðgin var B36 leikliga greitt omaná. B36 hevði tak á spælinum, og HB spælararnir brúktu nógva orku at renna aftaná. Tá ið ein tími var farin, javnaði innskifti Mattias Hellisdal til 1-1. Hetta var fyrsta B36 málið ímóti grannunum í 795 minuttir.

 

So legði B36 nógv fyri í roynd at skora sigursmálið, og tað var fleiri ferðir tætt við. Teitur Matras Gestsson var ein øgiligur knassi í HB málinum, og tá ið Mattias Hellisdal royndi seg við langskoti, brast bólturin í tvørtræið.

 

Og so var tað, at HB átta minuttir undan leikloki og í einum av fáu mótálopunum skoraði sigursmálið. Innskifti Leivur Fossdal Guttesen krúllaði seg leysan og eitt vet úr høgru sendi hann við vinstra beini bóltin upp í handara málhornið.

 

HB hevur 21 stig og B36 hevur 11 stig fyri 8 dystir.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, høvdu vónbrotnu B36 spælararnir og venjarin hug at siga dómaranum, hvat teir hildu um hansara avrik.

 

##med2##

 

-Eg havi einki at siga annað enn gott at siga um avrikið hjá okkara monnum. Teir kunnu allir hyggja í spegilin og vera nøgdir. Vit eru sera vónbrotnir, tí vit høvdu fult og heilt tak á spælinum og fleiri møguleikar at leggja okkum á odda. Og so kenna vit okkum burturdømdar, tí dómarin bríkslaði ikki fyri tveimum brotsspørkum, sum vit eru sannførdir, at hann átti havt bríkslað fyri. Tað fyrra var, tá ið HB málverjin í sambandi við hornaspark togaði Marius Kryger Lindh niður, og í seinna førinum var tað, tá ið Bjarki C. Nielsen rann seg leysan av verjuni og var komin í brotsteigin, tá ið hann varð órógvaður. Tá dømdi dómarin fyri film og gav Bjarka gula kortið heldur enn at døma brotsspark til okkum, greiðir Dan Brimsvík frá í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

HB venjarin Adolfo Sormani stórfegnast um sigurin:

 

-Eg endurtaki meg sjálvan, tá ið eg sigi, at vit eiga ikki betri lið enn fleiri av mótstøðuliðunum, sum vit hava vunnið ímóti. Men vit eiga spælarar, sum vísa fantastiskan hugburð og stríðast alla tíðina, og tað vísti seg aftur í dag at bera øll stigini við sær.

 

##med3##

 

Hvat sigur tú til brotsspørkini, sum teir í B36 kenna seg snýttar fyri?

 

-At grenja inn á dómaran loysir seg ikki. Tað er tekin um veikleika. Vit kundu eisini knarra, tí vit í nærdystum mistu tveir spælarar, sum kanska ikki vera førir fyri at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini hósdagin, men tað gera vit ikki. Vit vistu, at talan fór at verða um torføra uppgávu, og B36 avrikaði so væl, sum vit roknaðu við, at teir fóru at gera ímóti okkum, og tí stórfegnast vit um sigurin, sigur Adolfo Sormani í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

 

 

HB – B36 2-1 (1-0)

 

1-0: Jacob Johansson

 

1-1: Mattias Hellisdal

 

2-1: Leivur Fossdal Guttesen

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Heðin Hansen – Emmanuel Duah, Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Áki D. Samuelsen – Jacob Johansson

 

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Símun Sólheim, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson – Jann J. Benjaminsen, Jelle van der Heyden, Rani Berg í Soylu, Anton Søjberg Horup, Bjarki C. Nielsen – Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen.