Dan heldur fram í HB

- Tá man er komin her, fer man ikki bara avstað aftur, sigur Dan í Soylu

Dan í Soylu verður framvegis at síggja í reyðum og svørtum í 2020. Hesum boðar HB frá í kvøld.

Hann kom til HB úr EB/Streymi í 2018 og hevur síðani spælt 63 dystir og skotið 14 mál. Í fleiri dystum hevur hann verið eyðsýndur, og serliga í steypafinaluni ímóti Víkingi var hann allastaðni á vøllinum, og bleiv kosin til dagsins leikara.

– Hetta er Føroya størsta felag. Tá man er komin her, fer man ikki bara avstað aftur, sigur Dan, tá HB spyr hann, hví hann velur at halda fram.

– Og so havi eg verið við til at vinna bæði FM og steypakappingina, leggur hann aftrat.

- Vit fegnast um at Dan tekur eitt tørn afturat, og gleða okkum longu til kappingarbyrjan 2020, skrivar HB.