Dan Højgaard til EM endaspælið

36 ára gamli rituvíkingurin skal verða hjálpardómari til U17 EM endaspælið

Tá EM endaspælið fyri U17-landslið við dreingjum verður spælt í mai, verður tað ikki uttan føroyska luttøku. Rituvíkingurin, Dan Højgaard, skal nevniliga verða hjálpardómari í kappingini, sum verður spæld í Onglandi frá 9. til 21. mai. Royndi linjuverjin fegnast um møguleikan, sum hann hevur fingið, og gleðir seg til uppgávuna.

 

- Tað er ein stórur heiður fyri meg at vera útnevndur av UEFA til hetta endaspælið. Eg eri sera spentur til kappingina og gleði meg at sleppa at royna meg í altjóða kapping, sigur Dan Højgaard við heimasíðuna hjá FSF.

 

36 ára gamli rituvíkingurin hevur dømt í føroyskum fótbólti síðani 2000, tá hann var 18 ára gamal, og gjørdist FIFA-hjálpardómari fyri trimum árum síðani.