Dan ætlar sær í meistarastríðið

B36 hevur verið í einum lítlum aldurdali, men nú ætlar Dan Brimsvík at árstalsfelagið skal bjóða upp til dans í oddastríðnum

B36 hevur verið í einum lítlum aldurdali, men nú ætlar Dan Brimsvík at árstalsfelagið skal bjóða upp til dans í oddastríðnum. Høvðuorsøkin er, at venjarin nú metri seg hava hópin til tað.

 

Hann er 36 ára gamal og byrjar upp á sítt fjórða ár sum høvðusvenjari hjá B36. Í fyrsta kappingarárinum bleiv tað til eitt steypagull og evropiskur fótbóltur. Tvey tey fyrstu landskappingarárini hilnaðust ikki væl í stigatali, men í fjør kom B36 upp á 57 stig og eitt fjórða pláss. Bara eitt stig aftanfyri HB og trý aftanfyri nógv rósta Víkingaliðnum.

 

- Tá eg sigi, at vit skulu spæla við í toppinum, so er tað ikki nakað, sum eg bara sigi fyri at planta ein tanka í høvdið í spælarunum. Eg sigi tað, tí eg haldi at vit hava hópin til tað, sigur Dan Brimsvík.

 

Les alla samrøðuna við Dan Brimsvík í Fótbóltsblaðnum.

 

##med2##