Dan er ættaður úr Saltnesi, Sonur Dáva og Ninnu Petersen. Reinert navnið hevur hann frá mammuni úr Kaldbak.
Dan er útbúgvin lærari. Hann tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1972.
Siðan hann komaftur til Føroya, hevur hann verið lærari í Klaksvík, á Tvøroyri og í Runavík. Flestu árini - síðan 1975 - hevur hann verið lærari í Runavík.
Tó hevur hann havt farloyvi einar tvær ferðir, meðan hann hevur verið til skips.
Á valinum í 1998 varð hann valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Eysturoy. Ikki tí at tað var heilt nýtt fyri honum. Hann hevur sitið sum eykamaður fyrr.
Hansara politiska hugsjón er ikki júst komin heimanífrá, uppvaksin sum hann er í støðuføstu sambandvøgguni í Saltnesi, sum hann sjálvur plagar at siga.
Eisini plagar at dáma honum at arga politisku mótstøðumenninar á sjálvsstýrisveinginum við, at tað var í grundini eisini í Saltnesi, at vøggan hjá føroysku sjálvsstýrisrørsluni stóð. Tí, sum hann er vanur at siga, so var tað abbabeiggin, Fríðrikur Petersen, próstur, ið sum lærari í Kirkjubø legði grundina undir tann partin av okkara politisku søgu.
Dan Reinert Petersen hevur í sínum politiska virki víst stóran áhuga fyri norðurlendskum samstarvi, og hevur hann eisini seinnu árini umboðað Føroya Løgting í Norðurlandaráðnum. Hann varð afturvaldur sum fast umboð Í Norðurlandaráðið, nú Løgtingið kom saman aftur eftir ólavsøku.