»Damu-dagur«

TíÐINDASKRIV

 

Leygardagin 3. mars skipar Tora Tourist Traffic fyri konufólkadegi ? ella damudegi í Leguhúsinum í Nesvík. Á skránni verður ymiskt viðkomandi fyri gerandisdagin hjá damum í øllum aldri.

Hendan dagin fáa damur høvi at síggja gerandisdagin úr einum øðrum sjónarhorni, men samstundis verður dagurin í Nesvík viðkomandi fyri til dømis húsarhaldið. Á skránni verða fyrilestrar um hent amboð í húsarhaldinum ? frá matgerð til reingerð og grønt umhvørvi. Hóast talan er um ein damudag, so verða kortini onkrir menn at síggja.

Vestmenningurin Finnbog Joensen, sum er kendur fyri at arbeiða fyri reinum og grønum umhvørvi, fer at siga frá sínum royndum, millum annað hvussu tú kanst gera reint uttan at nýta kemisk reinsievni. Finnbogi Joensen hevur drúgvar royndir við serligari reingerð í Vestmanna skúla.

Umboð fyri MBM-kjøt fara at siga frá føroyska kjøtinum, og nomið verður í hesum sambandi við nógv umrøddu neytaøðina, sum hevur gjørt um seg uttanlands. Seinni hendan dagin fara kendir kokkar at gera spennandi rættir úr føroyska neytakjøtinum.


Arbeiðir tú rætt?

Alt likamligt arbeiði kann vera strævið, eisini arbeiðið í húsarhaldinum. Men serliga strævið er tað, um fólk nýta skeivar arbeiðshættir. Í hesum sambandi fer Evelyn Gaard, ergoterapeutur frá arbeiðseftirlitinum, at greiða damunum frá, hvussu tú best og lættast kemur gjøgnum dagin, bæði heima og úti.

Annað mangt verður eisini á skránni. T.d. fer føroyska umboðið hjá norsku fyritøkuni »Toro« at sýna fram alskyns norskar rættir og súpanir.


»ENJO« ? Ein øðrvísi reingerðarháttur

Damurnar fáa eisini høvi at síggja sermerkta vaskiklútin. Hetta eru vaskiklútar og amboð, sum eru lættir at nýta og teir gera serliga væl reint, bert við vatni!

Bilasølan SAAB fer eisini at sýna fram hendan dagin.


Lit og stílráðgevi

Lydia Petersen, lit og stílráðgevi úr Klaksvík, fer at greiða okkum frá og eisini vísa okkum, hvussu umráðandi tað er at vit nýta rættar litir og rættan stíl.


Undirhald

Dagurin sum so verður eitt undirhald allur sum hann er. Kortini er avtala eisini gjørd við onnur at koma við serligum undirhaldi. T.d. fer Theodor Petersen at syngja nakrar sangir. Høvi verður eisini at hoyra »17 sangarar« í Klaksvík syngja nakrar av teirra frálíku sangum.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn hendan dagin, og Poul Michelsen bjóðar ís frá Fóm.


Bussur koyrir

Í sambandi við Damudagin koyrir bussur úr Havn og av Gomlurætt til Nesvíkar leygarmorgunin. Tað merkir, at damur úr Suðuroy, Sandoy og Havn sleppa til Nesvíkar uttan at hugsa um egnan bil.

Tað eru eisini góðir møguleikar at gista í Leguhúsinum.