Bygningurin hjá Damor kemur at verða, har sum gamla grótbrotið á Hjalla er, og hann fer at hava eina samlaða gólvvídd upp á 2.700 fermetrar.
Ikki nøkur glæstriborg
Per Mortensen, stjóri hjá Damor, sigur, at nú kommanan hevur samtykt at veita byggiloyvi, verður farið undir at innheinta tilboð upp á stoypiarbeiði.
Eg vóni, at tað fer at ganga skjótt, soleiðis at vit sleppa í gongd í vár. Tekningarnar liggja klárar, so tað er at bara at fara í gongd. Eg veit ikki, nær tað verður liðugt, men eg vóni, at vit sleppa undan at verða her í hesum kalda goymslubygninginum hjá Poul Mohr ein vetur afturat, hóast her er gott at verða, sigur Per Mortensen.
Stjórin í Damor dugir ikki at siga, hvussu nógv nýggi bygningurin fer at kosta, men hann roknar ikki við, at bygningurin verður serliga dýrur, tí talan verður ikki um nakra glæstriborg, men um ein funktionellan bygning, sum hann málber seg.










