Damir Oros ivasamur til kappingarbyrjan

Serbiski bakspælarin hjá KÍF, Damir Oros, meiddi sær fótin í kappingini í Kollafirði í vikuskiftinum.

Í síðsta dystinum leygarkvøldið beklaði hann illa, og hann mátti tí beinleiðis suður á landssjúkrahúsið, har hann kannaði fótin. Tíbetur fyri hann og kollfirðingar, so var fóturin ikki brotin, men nú er ivasamt, um Damir verður klárur til kappingarbyrjanina um 2 vikur.