Tann fyrsta november yvirtók DAMFAR sølu-og marknaðarføringina av FÓM- og FRISKO ísum í Føroyum.
Yvirtøkan skal síggjast sum ein broyting í áhugamálunum hjá DAMFAR og P/F Poul Michelsen á marknaðinum.
Nýggja sølu-og marknaðarføringsavtalan ímillum FÓM og DAMFAR fer at hava tað við sær, at enn størri orka fer at verða løgd í at tryggja FÓM-ísi støðuna, sum tann mest seldi ísurin í Føroyum.
P/F Poul Michelsen takkar øllum FÓM-kundum sínum fyri sera gott samstarv øll hesi nógvu ár, og ynskir Damfar tillukku við yvirtøkuni.
Eftir 1. november koma ísbilarnar sum fyrr at røkja kundatænastu, tó við teirri broyting, at sølusamskiftið nú verður við DAMFAR á telefon 359977