Hetta skriva útlendskir miðlar, og australskir miðlar siga, at familjan hevur staðfest hetta í dag.
Hann doyði á St. Vincent sjúkrahúsinum í Sidney, eftir viðgerð fyri ymisk heilsubrek.
Leikarin og skemtarin, ið var upphav til Dame Edna, skapti figurin í 1955, sum ímynd og karikaturur av australskari húsmóðir.
Tá kallaðist figururin Mrs Norm Everage, ið vísur til ensku heitini fyri at vera normalur og miðal.
##med2##