Ákærdi maðurin brúkar drúgva tíð á telduni upp á gomul vápn, og hevur bílagt tveir knívar frá amerikanskum veitarum.
Tað kom fram í rættinum seinnapartin, at ungi ákærdi maðurin dámar væl gomul vápn, serliga knívar. Og hann viðgekk eisini, at hava bílagt heilar tveir knívar frá amerikanskum veitarum á netinum.
Ákæruvaldið sýndi fleiri myndir av knúgvajarnsknívum, sum ákærdi hevði hugt at á netinum.
Báðir knívarnir vórðu tó horvnir, tá politiið fór at leita eftir teimum. Ákærdi maðurin segði, at báðir knívarnir høvdu verið til staðar á kamari hansara umleið eina viku undan hendingini 14. juli 2013.
Knívarnir vórðu sum nevnt ikki at finna, men tó var slírin til annan knívin til staðar.