Hvussu fyrireikar tú teg til jólini - ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Jólini koma bara og fyrireikingarnar eisini. Tað eru tey siðbundnu tiltøkini, sum ganga aftur ár eftir ár. Jólasølurnar á teimum vardu verkstøðunum og jólatiltøkini, sum skúlarnir hjá børnunum skipa fyri, fáa meg veruliga at koma í jólahýri. Tá tú sitir í Hoyvíkar kirkju og sær framførslurnar hjá næmingunum – ja, tá merkir tú veruliga, at jólini eru í nánd.
Tað sigur Súsanna Hovgaard Clementsen.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Eg royni at halda mær til miðjan november, áðrenn eg hangi ljósketurnar upp. Eg koyri ljósperur í runnarnar í garðinum og ljósperur við hurðina. Elski at koma heim eftir arbeiðstíð og síggja, hvussu hugnalig húsini eru at síggja til.
Hon vísir á, at dóttirin hevur føðingardag 1. desember, og til føðingardagin plagar hon at pynta við ymiskum jólapynti inni.
- Mær dámar ikki serliga væl reyðan lit, so eg havi mest einglar og ljósareyðar nissur. Mær dámar eisini væl at hava jólapynt, ið ikki er so vanligt, men sum heldur hevur ein serligan týdning fyri meg – okkurt, sum eg veit, at onnur ikki eiga.
Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi – og nær verður jólatræið pyntað?
- Eg eri ovurviðkvom fyri granni, so heima hjá okkum hava vit eitt eftirgjørt jólatræ úr plasti. Tað verður altíð pyntað 23. desember og sum oftast tikið niður aftur fyri ársskiftið.
Súsanna Hovgaard Clementsen vísir á, at kanska tí, at hon er ovurviðkvom fyri granni, eru jólatrø ikki tað, henni dámar allar best við jólunum.
- Jólatræið verður sett upp og pyntað, mest fyri at gleða børnini.
Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?
- Mær dámar væl at vera kreativ, og tí royni eg at gera nakrar av jólagávunum sjálv. Hetta plagi eg at fara í holt við í góðari tíð, so tær kunnu verða klárar til jólaaftan.
Hon sigur, at hvørt ár ger hon avtalu við seg sjálva um, at næsta ár skal hon fara í gongd við jólagávukeypið í góðari tíð.
- Men, tað hevur enn ikki eydnast mær. Tað er sum oftast í síðstu løtu, at tær seinastu jólagávurnar verða keyptar, og tilsamans eru tær einar 40 í tali, sigur Súsanna Hovgaard Clementsen.