-Mítt tilboð er eitt gott grundarlag undir einari góðari avtalu fyri allar partar, sigur fiskivinnukommisserurin hjá ES
Maria Damanaki vísir á, at nú er rætta løtan at finna semju millum strandalondini um, hvussu makrelurin í Norðuratlantshavinum skal býtast.
Les eisini: Nýtt tilboð frá ES til Føroyar
- Stovnurin er væl fyri, mest loyvda veiðan er økt nógv, og tí er rætta løtan at finna semju. Vit hava ikki ráð til at makrelstovnurin verður niðurfiskaður, sigur Maria Damanaki.
Fiskivinnukommisserurin sigur seg vilja leggja nógv fyri í eini roynd at finna semju um makrelbýtið, áðrenn hennara skeið sum kommisserur er av. Hon vil kortini ikki í smálutir við, hvat liggur í tilboðnum frá ES.
- Tú kanst bara ímynda tær, hvat hendir, um verandi støða heldur fram. Øll fara tá at fiska tað, ið tey kunnu, og vit eru tá úti í skaðiligum ovurfiskiskapi, sum eingin kann vera nøgdur við, sigur Maria Damanaki.
Les eisini: Damanaki vitjar Uttanlandsnevndina
Fiskivinnukommisserurin hjá ES vil hava eina avtalu um býtið av makrelinum upp á pláss sum skjótast.
- Og tað kann so slóða fyri øðrum handilsavtalum millum okkara tjóðir, sigur Maria Damanaki.
Hoyr samrøðu við Mariu Damanaki við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí myndatema frá tíðindafundinum við at TRÝSTA HER.
Rás2 sendi beinleiðis frá felags tíðindafundinum í Tinganesi fyrrapartin. Hoyr tíðindafundin við at TRÝSTA HER.










