Damanaki: Síðsti útvegur

- Eitt slík stig er altíð allar síðsti útvegur. Føroysku myndugleikarnir kundu havt steðgað fiskiskapinum, sum ikki er burðardyggur, men teir valdu at lata vera. Tað er nú greitt fyri øllum, at ES heldur fast um at brúka øll amboð fyri at verja fiskastovnin, soleiðis at veiðan verður burðardygg.

 

Tað sigur Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur hjá ES, í almennari fráboðan eftir samtyktina í ES-kommissjónini fyrr í dag.

 

Eins og væntað, so fevnir handilsboykottið um allan innflutning av føroyskari sild og makreli til ES. Eisini fevnir boykottið um allar vørur, sum innihalda ella eru framleiddar burtur úr sild ella makreli.

 

Eisini eru allar havnir í ES stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, sum royna eftir sild og makreli. Av tí at at kalla allur føroyski fiskiflotin hevur makrel- og sildakvotu, so merkir tað í praksis, at so at siga allur føroyski fiskiflotin er noktaður atgongd til ES-havnir.

 

Sambært ES-nevndini, so merkir havnastongsulin, at føroysk fiskiskip bara sleppa at leggja at í eini ES-havn, um so er at talan er um neyðstøðu.

 

ES-boykottið kemur í gildi sjey dagar eftir at samtyktin er lýst í kunngerðarblaðnum hjá samveldinum. Tað verður væntandi gjørt í morgin, og tí fáa tiltøkini gildi mikudagin í næstu viku.

 

Í almennari fráboðan úr Brússel í dag sigur ES-kommissjónin seg hava roynt at finna eina samráðingarloysn, samstundis sum ávarað hevur verið um, at boykott fór at vera síðsti útvegurin.

 

Tá allir aðrir møguleikar eru brúktir, hevur kommissjónin nú valt at brúka ta heimild, sum hon fekk frá fiskivinnunevndini 31. juli, stendur í fráboðanini frá ES í dag.

 

Les eisini:

 

Thorning skrivar til Barroso