- Daman er stolin

Tað er ikki líka tespiligt, at damurnar standa í garðinum. Hetta upplivdi Osmundur Brandarsker, tá hann í gjár legði til merkis, at ein av marmordamunum, ið hava staðið í garðinum í nýggju ár, var burtur

- Daman er vekk, er tað fyrsta Osmundur Brandarsker sigur, tá hann ringir á Sosialin. Blaðmaðurin er ikki heilt álvuligur, og spyr nær hon bleiv burtur.

- Hon hevur verið vekk síðan og gjár. Hon hevur staðið í garðinum í nýggju ár, sigur Osmundur Brandarsker, við eini rødd, sum tað sama kundi merkt, at onkur hevði stolið eina kvinnu úr kjøti og blóðið.

Nú fellir fimmoyrað. Tað er ein standmynd, sum er stolin.


Tung dama

Talan er um tríggjar standmyndir úr marmori, sum Osmundur Brandarsker hevur havt standandi í garðinum í fleiri ár.

Tær eru úr gróti og jarni, og eru tí tungar at dansa við.

- Tað eru helst nakrir ungdómar, sum hava stolið hana, og eg haldi tað vera nógv fyri, at fleiri mans fara stríðandi við eini damu, sum bara fríðkar í býnum, sigur Osmundur Brandarsker, ið illa kann trúgva, at nakar einsamallur er farin við damuni.

Osmundur Brandarsker greiðir somuleiðis frá, at hann hevur meldað tilburðin, og at løgreglan hevur lovað at siga honum frá, um onkur greiðir teimum frá, at hon er funnin.

- Er hon brotin, so veit eg ikki reiðiliga, um eg vil hava hana aftur, staðfestir hann.