»Damage Control« ? Eitt nýtt føroyskt hugtak

   

Tað er vána politikkur at leggja eftir starvinum hjá journalistum, ið ætla at útgeva eina bók, bert tí ráðandi flokkurin ikki hevur álit á talufrælsinum, sum sambært grundlógini er tryggjað, men sum vit síggja við revsilógum er undir ábyrgd.
Løgið er, at Fólkaflokkurin heldur seg kunna fremja eitt »PR stunt« við slíkum, á PR-málið kallað »damage control«. Hetta brúka stór feløg, t.d. er ein flúgvari dottin niður, byrjar flogfelagið at senda upplýsingar út um t. d. stólarnar í flogfarinum, um flogternur, tí so byrja fólk at hugsa um okkurt annað, tí best er at kunna stýra, hvussu ólukkan kemur at síggja út. Tað ringasta sum henda kann er, at fólk fara at gita, tá gerst ein fjøður til allar hønur í heiminum.
Flogfelagið kann so skjóta eftir øðrum myndugleikum, politikarunum, sum ikki hava umvælt lendingarbreytina í 20 ár, og tey kunnu leggja motiv í munnin á teim, sum bera boðini, t. e. journalistar, ið nú ikki dáma felagið.
Málið endar við at vera so fløkt, at eingin longur hevur yvirlit yvir nakað. Hetta troyttar fólk, og fjølmiðlanir finna sær okkurt annað, sum er nógv einklari og nýggjari. Felagið sleppir undan at taka alla ábyrgdina av vanlukkuni. Hetta er nøkunkunda heimspekin handan »damage control«.
Tað tykist, sum um Fólkaflokkurin nú brúkar hesa PR-strategi og eru teir longu settir at skjóta eftir SvF, eftir størvunum hjá hesum monnum annars, eftir øðrum flokkum, eftir útisetum upp á ein paranoidan máta við tonkum um samansvørjingar, ið er púra óverdigur til allir partar minst hava lisið bókina. Hetta svarar til, at eitt flogfelag verður ákært fyri at eitt av flogfarunum kanska kemur at detta niður, og so leggur á at skuldseta alt og øll um samansvørjingar. Tað einasta rætta er tá at kanna flogfarið, um hald er í hesum ákærum ella ikki.
Er hald í teim ákærum, sum hesir kendu og virdu føroysku journalistar seta fram, skal løgmaður taka hetta til eftirtektar. Verður hann dømdur eftir revsilógini fyri svik, kann hann rokna við eini misálitisváttan frá flokkinum, løgtingi og landsstýri og best er tó, at hann áðrenn hetta sjálvur fer frá og best er tá, um hann fer úr politikki heilt. Hetta er hent fyrr í øðrum londum. Eru hin vegin ákærurnar falskar ella ikki undirbygdar, eigur løgmaður, her sum borgari og privatpersónur, sum Anfinn Kalsberg at dragsa hesar menn og teirra ákærur í rættin sum skjótast, har hann vinnur og kann reinsa sítt navn.
Hetta kemur at merkja, vinnur hann, at journalistarnir verða dømdir. Revsingin er vanligani útmáld til bót og hefti. Inntil víðari er søgan ikki longur Fólkaflokkurin! Paranoia, hóttanir og samansvørjingarástøði í eini álvarsligari løtu sum hesari er vána »damage control«, t. v. s. at hetta virkar ikki, men bert skaðar flokkin.