Dalur og toppur hittast í Gundadali

Toppliðið HB fær vitjan av víkingunum, sum hósdagin vóru sera linir á Skála

Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at HB var stórfavorittur at vinna FM, og at ein av møguligu kappingarneytunum hjá meistarunum frá í fjør skuldi verða Víkingur, sum í fjør vann steypakappingina og stóð seg væl í europeisku kappingini.

Eftir fimm umfør sigur talvan, at HB er á tindinum, og at Víkingur hevur havt ógvuliga ilt við at liva upp til tað, sum víkingarnir sjálvir undan kappingarbyrjan søgdu seg rokna við.

 

 

Skírisdag vann HB 4-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Sama dag var úrslitið hjá Víkingi 1-1 á Skála. Víkinga úrslitið var stórt vónbrot, og víkingarnir halda sjálvir, at hetta var minst sannførandi avrikið, sum teir hava víst higartil í ár.

Hjá Víkingi kemur tað illa við, at Bárður Hansen, sum í fjør og higartil í ár hevur verið eyðsýndasti spælarin hjá teimum ljósabláu, ikki er tøkur. Dánjal Pauli Lervig, vongverjin í vinstru, er ikki heilt klárur enn eftir drúgvan skaðasteðg.

At tað er øgilig kapping um plássini á HB liðnum sæst eitt nú av, at í 4-1 sigrinum ímóti NSÍ vórðu Símun Samuelsen og Levi Hanssen skiftir inn á liðið.

-At vit duttu ov langt aftur við 2-0 leiðsluni ímóti NSÍ bar við sær, at teir fingu nógvar spentar støður, og tá ið teir so minkaðu um munin, so kendist eitt sindur av fjáltri. Um vit ikki flyta fólkið fram, so verður tað vandamikið, heldur Símun Samuelsen.