DALUR NÆRKAST FØROYUM VIÐ STÓRUM FETUM

Væl av fólki var samankomið í Dali til hátíðarløtuna hósdagin í síðstu viku, tá Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum

Tað var maðurin ytst høgrumegin, Anfinn Johannesen í Dali, sum læt seinasta skotið í Dalstunlinum av. Hann starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í meira enn 40 ár

Tað var nakað av vindi, men turt, tá hátíðarhaldið byrjaði í Dali seinnapartin henda dagin. Sum løtan leið, fór at regna, men tað órógvaði ikki hátíðarhaldið.

 

Sjálvt tiltakið varð hildið niðri í bygdini við snikkaraverkstaðin hjá Bødvari Hjartvarssyni, og seinasta skotið varð latið av uppi við tunnilsmunnan, meðan fólk stóðu við verkstaðin og hugdu niðan.

 

Við hátíðarløtuna spældi messingbólkurin Kojak nøkur livandi og frísklig løg, og teir spældu eisini í løtum undir til­ takinum ­ fleiri vælljómandi løg tilsamans.

 

Kojak settu sín serstaka dám á hátíðarhaldið.

 

Tríggjar røður

 

Nakrar røður vórðu hildnar í Dali hesa løtu.

 

Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, røddi um, hvussu arbeiðið inni í tunlinum hevði gingist, og hann fegnaðist um, at eingi óhapp høvdu verið undir arbeiðnum.

 

Hann segði, at trygdin hevur verið sett í hásæti alla tíðina, og soleiðis verður eisini í tíðini, sum kemur, tá restin av arbeiðnum skal gerast.

 

Dennis Holm, landsstýrismað­ ur í samferðslumálum, helt eisini røðu.

 

Hann fegnaðist um, at Dals­ bygd nú fær eitt nógv betur og tíðarhóskandi samband við rest­ ina av Sandoynni og við megin­ landið í Føroyum, nú Sandoyar­ tunnilin letur upp um fáar vikur.

 

Varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu, sum Dalur er partur av, Símun Hannus Johannesen, helt eisini røðu, sum vit endur­ geva burtur úr á hesi opnu.

 

##med2##

##med3##

 

Anfinn læt skotið av

 

Tann, sum fekk heiðurin at lata seinasta skotið í Dalstunlinum av, var Anfinn Johannesen í Dali, ið starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í meira enn 40 ár, har hann gavst í 2013.

 

Tað var eitt rættiligt buldur, og fólk hvukku við, tá seinasta skotið varð latið av, og roykur stóð út úr tunnilsmunnanum.

 

Við hesum seinasta skotinum í fyrsta parti av arbeiðnum, sum er at bora tunnilin g jøgnum fjallið, er Dalstunnilin nú opin, og nú skal so restin av arbeiðnum gerast.

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Í Dali og í allari Húsavíkar kommunu verður vónað, at tað ikki fer at taka nógv meira enn eitt ár at gera Dalstunnilin lidnan.

 

Men, hetta veldst so eisini um, hvussu nógvar pengar landsins

 

myndugleikar vilja seta av til hesa verkætlan.

 

 

 

Tað var maðurin ytst høgrumegin, Anfinn Johannesen í Dali, sum læt seinasta skotið í Dalstunlinum av. Hann starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í meira enn 40 ár

Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, helt røðu við hátíðarløtuna í Dali. Tað gjørdi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, eisini