Dalsvegurin hongur á jarnboltum

Tá teir eru rustaðir, er vegurin burtur. Tí má Dalstunnilin gerast fyrst, heldur Heini Olsen, fyrrverandi deildarleiðari hjá Landsverki

– Dalstunnilin er vandamiklasta vegastrekki í Føroyum.

 

Tað sigur Heini Olsen, fyrrverandi deildarleiðari hjá Landsverki.

 

Í lesarabrævi í Sosialinum í dag skrivar hann soleiðis:

 

»Gamli Kristian«, Jensen, úr Kvívík, sum í sínari tíð, í sambandi við el-verkið í Vági, var við til at bora Føroya fyrsta tunnil, og, eins og undirritaði, av egnum lívlongum arbeiði kendi hvønn stubba av føroyska vegakervinum, segði mær, einaferð vit koyrdu til Dals, at hetta var vandamiklasta vegastrekki í Føroyum.

 

Hetta var tí, at vegurin í veruleikanum hekk og enn hongur á jarnboltum, sum í sera bratta skráanum í niðara borði í bjarglendinum høvdu verið settir niður í boraði hol, og tá hesir boltar eru rustaðir burtur, er vegurin eisini horvin.

 

Nær tað verður, er ilt at siga; men teir hava nú hildið í væl meira enn mansaldur, so fyri at tryggja mannalív má Dalstunnilin verða hin fyrsti í røðini.

 

Um væl verður leitað, hongur uml. hálvthundrað ár gamla prosjektið í einum av gomlu goymslukassunum hjá LANDSVERK’i, skrivar Heini Olsen í lesarabrævinum í Sosialinum.