Tað var ein fegin borgarstjóri, Brynhild Sørensen, sum við hátíðarhaldið í Húsavík í dag segði nøkur orð, eftir at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevði loyst tey fyrstu tvey fløgini til vegin, sum skal gerast niðan til lendið, har nýggi Dalstunnilin byrjar Húsavíkarmegin.
- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll, men serliga fyri tykkum, sum búgva í Dali og fyri tey, sum javnan brúka hesa farleið. Tað er ilt at spáa um framtíðina, men tað er einki at ivast í, at tað er gott og týdningarmikið fyri Føroyar, at tey smáu plássini fáa gott samband - og trygga farleið.
##med2##
Borgarstjórin ásannaði, at verandi farleið til Dals er alt annað enn trygg og tíðarhóskandi.
- Dalstunnilin fer at knýta bygdirnar enn tættari saman við einari tryggari farleið, sum er avgerandi fyri lívi og framburði í økinum. Tunnilin fer at hava eina jaliga ávirkan á tað fólk, sum ynskir at búgva her.
##med3##
Brynhild Sørensen segði, at fólk í Sandoynni hóma eina spennandi framtíð fyri oynna.
- Nú er so hakin settur í fyri Dalstunlinum, og skotið er fyri Sandoyartunlinum. So, um fá ár verður koyrandi til meginøkið.
##med4##
Borgarstjórin vísti á, at tá Sandoyartunnilin verður liðugur, fer at bera til at búgva á bygd og hava spennandi starv aðrastaðni umframt atgongd til teir møguleikar, sum flest onnur í Føroyum hava - og sum livihátturin og dagsins samfelag krevja.
- Alt tað, sum tóktist so veruleikafjart, tykist nú verða veruleiki!
##med5##
- Jú, vit í Sandoynni vænta betri møguleikar, bæði innan vinnu og trivnað, legði hon aftrat.
Brynhild Sørensen takkaði vegna kommunustýrið eisini landsins myndugleikum fyri, at Dalstunnilin nú verður veruleiki.
- Vit vilja eisini takka Landsverki fyri leypandi kunning um verkætlanina. Vit takka eisini fyri, at Landsverk av trygdarávum helst fast um, at neyðugt var at fara undir Dalstunnilin sum skjótast.
##med6##
Hon segði seg vóna, at tað ikki fer at taka alt ov langa tíð, til Dalstunnilin verður skotin ígjøgnum, sum hon tók til.
- Vit ynskja tykkum, sum skulu gera arbeiðið, góða eydnu við tí verki, sum nú verður farið undir - at tað má gangast tykkum væl.
##med7##
Tá Brynhild Sørensen vegna Húsavíkar kommunu var liðug við sína røðu, bjóðaði hon øllum teimum mongu, sum vóru til hugaliga og hátíðarliga tiltakið í Húsavík í dag, vælkomin til ein drekkamunn í Sólarris.
##med8##
Í Sólarris var bæði nógv og vælsmurt breyð, te og kaffi - breyð við góðum føroyskum viðskera, skerpikjøti, rullupylsu, royktum laksi og mongum øðrum.
##med9##
Løtan í Húsavík í dag, sum In.fo eisini fylgdi, var í besta veðri. Her var ógvuliga gott lag, og fólk í økinum og Sandoynni sum heild eru bjartskygd, nú so stórar samferðsluútbyggingar, sum Sandoyartunnil og nú eisini Dalstunnil, fara í gongd í oynni fyrsta dagin.
Sigast má, at í Sandoynni grør so sanniliga um gangandi fót í hesum tíðum!
##med10##