Í annaðkvøld verður forvitnisligt cafékvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við Dalsgaard & Dalsgarð, sum eru ávikavist sjónleikari og sangari Tey bæði evnaríku fólkini, Marita Dalsgaard, sjónleikari, og Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, fara at siga frá hvussu tað er at vera ávikavist sjónleikari og operasangari.
Marita Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari og arbeiðir millum annað í Leikhús Skift og Teatret Fair Play við sjónleiki bæði í Føroyum og í Danmark. Marita hevur júst verið í Føroyum við leikinum Býtisbarnið.
Ernst Sondum Dalsgarð er tenorur í Operahúsinum í Keypmannahavn. Hann hevur nógvar konsertir runt um og fyrireikar seg nú til høvuðleiklutin í Cavallerina Rusticana. Síðst í mars verður Ernst eisini at hoyra í Føroyum saman við harkaliðnum, Det syngende Selskab.
Tiltakið, sum Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri, verður fríggjakvøldið 14. mars og byrjar klokkan 20. Til ber at keypa suppu og dryggjuvørur.










