Dálkað vatn í Kollafirði

Aftur í morgun vórðu bakteriur staðfestar í vatninum á Oyrareingjum og á Signabø. Koliformar bakteriur á Oyrareingjum og koliformar og e-coli bakteriur á Signabø.

Aftur í morgun vórðu bakteriur staðfestar í vatninum á Oyrareingjum og á Signabø. Koliformar bakteriur á Oyrareingjum og koliformar og e-coli bakteriur á Signabø.

 

Tórshavnar býráð mælir tí til at fólk kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, hetta til nærri boð verða givin.

 

Áhaldandi útskoling á vatnleiðingsskipanini hevur ikki hjálpt, og tí verður fyrireiking gjørd at klora vatnið.

 

Roknast skal tí við klorsmakki í vatninum næstu tveir dagarnar.