Dalglish skal hjálpa Liverpool

Fyrrverandi stórspælarin og venjarin hjá Liverpool, Kenny Dalglish, skal nú styrkja um ítróttarligu leiðsluna í Liverpool. Dalglish, sum í dag er 58 ára gamal, skal ikki verða partur av venjaratoyminum, men hansara royndir skulu koma Rafael Benitez til góðar, skriva enskir miðlar. Dalglish hevur seks ferðir verið enskur meistari við Liverpool, og tríggjar ferðir hevur hann vunnið Europa-Cup fyri meistarar við felagnum.