Dalbúð við HB til Runavíkar

HB og Øssur Dalbúð hava í dag skrivað undir sáttmála

HB spælararnir vórðu stevndir saman í HB húsinum stut fyri middag at fyrireika seg til ferðina til Runavíkar, har teir klokkan 15 skulu spæla ímóti NSÍ.

Tá ið teir hittust, fingu teir boðini  um, at nú er nýggjur álopsspælari komin til felagið. Talan er um Øssur Dalbúð, sum fleiri ferðir hevur víst seg at vera millum vandamiklastu føroysku álopsspælararnar yvirhøvur. Øssur Dalbúð og HB hava í morgun undirskrivað sáttmála, sum ber við sær, at Øssur verður HB spælari hetta kappingarárið, veit HB heimasíðan at siga.

Øssur Dalbúð er føddur 28. mars 1989 og fyllir harvið seinni í hesum mánaðinum 28 ár.

Bæði í 2010 og 2013 skoraði hann trettan mál fyri ÍF.

Nýggi álopsspælarin er við í HB ferðalagnum til Runavíkar, har hann er uppvaksin og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í NSÍ, sum hann síðst umboðaði í 2009.

Í fjør spældi Øssur við B1908 og Fremad Amager.

 

Øssur hevur enn ikki vant saman við nýggju liðfeløgunum, og hann verður tískil ikki á dómaraseðlinum ídag.