HB kunngjørdi tíðliga leygardagin, at felagið hevur gjørt sáttmála við fyrrverandi ÍF áleyparan, Øssur M. Dalbúð, sum kemur til felagið frá danska B1908, har hann seinast hevur spælt.
Men nýggi áleyparin verður ikki tøkur hjá HB venjaranum, Jan Dam, enn.
Øssur Dalbúð er nevniliga búsitandi í Keypmannahavn, har hann er undir lesnaði.
Um ein góðan mánað verður nýggi áleyparin tó tøkur, og tá verður hann við tað sum eftir er av kappingarárinum.
Sáttmálin millum Øssur Dalbúð og HB er galdandi fyri hetta kappingarárið.