Báðir partar halda seg vera væl fyri undan oyggjauppgerðini í Fuglafirði, sum sambært skipanini ikki verður á skránni fyrrenn týskvøldið. Bæði í Fuglafirði og á Skála stendur tað frískt í huganum, at ÍF næstsíðsta týskvøld vann 2-1 á Skála.
Síðani tá hevur Skála vunnið fjórðingsfinalu móti NSÍ og í landskappingini móti B68. Tað hevur givið teimum mót um, at tað fer at bera til, hóast tað higartil hevur kenst tungt.
Í Fuglafirði er ein nýggjur maður í hópinum hesa ferð. Tað er 20 ára gamli Hjalmar Dalbúð, sum í vikuni hevur vant við ÍF. Hann hevur higartil spælt í Runavík, har hann ikki hevur fingið møguleikan á besta liðnum. Nú roynir hann eydnuna í barndómsfelagnum hjá pápanum, Meinhardti Dalbúð, sum var ein av berandi ÍF spælarunum í mong ár.
Harafturat verður nýggjur maður í ÍF málinum móti Skála. Tað er ungverjin Andras Gango, sum móti Skála fer at loysa Karstin Joensen av. Karstin hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at hann hevur ikki stundir at spæla. Úr Fuglafirði frættist, at teir arbeiða við at fáa útlendskan styrk til bæði verjuna og álopið, men enn er ov tíðliga at siga nakað meiri um hetta.
Sunnudagin noyddust tríggir skálamenn av vøllinum, tá ið B68 vitjaði á Skála. Vlada Filipovic er tøkur aftur, eftir at hann beklaði sunnudagin. Arnholdt Berg fór av vøllinum orsaka av vøddaskaða. Hann hevur vant eitt sindur, og tað hevur Pauli G. Hansen eisini, eftir at hann sunnudagin varð útskiftur orsaka av sparki í tjúkkan. Tað verður roknað við og vónað, at teir báðir verða við týskvøldið.
Hjalmar Dalbúð er komin úr NSÍ og til ÍF. Ein liðfelagi hansara, Jóhan Troest Davidsen, er farin úr NSÍ og yvir á Skála. Týskvøldið verða teir báðir mótstøðumenn, um Jóhan verður komin fyri seg, eftir at hann seinnapartin av vikuni hevur verið sjúkur. Á Skála verður roknað við, at Jóhan verður tøkur týsdagin. Tað er eisini møguleiki fyri, at Alexandur Johansen verður á dómaraseðlinum. Eftir langan skaðasteðg hevur hann vant eitt sindur í hesi vikuni. venur spakuliga týsdagin.









