Tá kend fólk vitja á Harvard, er altíð stór kapping um atgongumerkini. Næmingar skulu ikki gjalda fyri hesi, men teir skulu tolnir standa í bíðirað fyri at fáa atgongumerkini, og tað er langt frá allir næmingar, sum fáa atgongd.
Tá Bill Clinton vitjaði, var eftirspurningurin eftir atgongu-merkjum serliga stórur, og fólk gjørdu mangt og hvat fyri at fáa fatur á gyltu billettunum.
Tað sama hendi, tá Al Gore, Hillary Clinton, Pervez Musharraf, Gorbatjov, og onnur fólk vitjaðu. Og Dalai Lama, sum var her fyri fáum døgum síðani, varð onki undantak.
- Dalai Lama er ein heimsumfatandi fyrimynd, og vit sleppa at møta honum, og tað er fantastiskt, sigur Yaya Wu, næmingur á Harvard.
Fríggjadagin tann 12. sep-tember var dagurin, har atgongumerkini blivu útgivin til Dalai Lama tiltakið, sum skuldi vera mánadagin aftaná.
Undirritaði stóð sjálvur í bíðiraðnum eina góða løtu, men tað vóru summi, sum stóðu í meira enn eina góða løtu. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu bíðiraðið longu umleið miðnátt hóskvøldið, og tískil stóðu hesi fólk í einar góðar 11-12 tímar og bíðaðu eftir teimum gyltu atgongumerkjunum. Um eitt tíðina um morgunin vóru fleiri hundrað fólk í bíðiraðnum.
- Hetta er eitt av teimum tingunum, sum henda kanska bert einaferð í lívinum. Og tað er bara tí, at vit eru næmingar her á Harvard, at vit fáa henda møguleikan, og slík ting mugu vit gagnnýta til fulnar, sigur Candace Mitchell, fyrsta árs næmingur á Harvard, sum varð í bíðiraðnum longu á miðnátt.
Onnur fólk vóru ikki so tíðliga á fótum, men komu í bíðiraðið nakað seinni. Til dømis komu heilt nógv fólk um 3-4 tíðina um morgunin. Tey flestu vóru væl útgjørd við mati, soviposa, stólum, spølum, bókum, og tílíkum.
Prædika, halda fyrilestur, ella signa?
Summi fólk hildu, at tey kundu lova sær at sova heilt til klokkan seks um morgunin og byrja vaktina tá. Hesi vóru ið so sein á sjóvarfallinum, tí tað skal ikki so nógv til fyri at fylla kirkjuna á Harvard.
Tískil vóru tað nógv fólk, ið fóru til húsa við ongul í reyv. Upp ímóti 2.000 fólk í bíðirøðini fingu onki atgongumerki til Dalai Lama, og svarar hetta til ein heilan árgang á Harvard.
Men undirritaði var millum tey fáu hundrað fólkini, sum fingu atgongumerki til kirkjuna. Hvussu hetta eydnaðist, skal ikki greiðast so nær frá her, men sigast kann, at henda dagin var tað ikki eitt gott hugskot at standa í kø ? betri var at ganga í kø, og tað gjørdu tey flestu, sum fingu atgongumerki.
Aftaná at atgongumerkini vórðu so kristiliga býtt millum næmingarnar henda fríggjadagin, var bara eftir at fáa vikuskiftið at ganga, og síðani fara í kirkju mánadagin, har Dalai Lama skuldi røða.
At Dalai Lama skuldi "røða," er kanska ið so nógv sagt, tí fólk á Harvard vóru ikki heilt samd um, hvat maðurin heilt ítøkiligt skuldi gera í kirkjuni henda dagin. Onkur vildi vera við, at Dalai Lama skuldi hava prædiku, meðan onnur hildu, at hann skuldi halda fyrilestur. Tey meira kreativu fólkini hildu uppá, at Dalai Lama var komin fyri at signa Harvard.
Ongin hevði rætt.
Dalai Lama sum 2 ára gamal
Sjálvt um endamálið hjá Dalai Lama kanska ikki var at signa ein ávísan bólk av fólki, so er hann andaligur maður. Tibetanskir buddistar trúgva, at Dalai Lama er inkarnatiónin av Bodhisattva Avalokiteshvara, sum er Buddha hin friðarligi og samkennandi.
Dalai Lama varð føddur tann 6. juli 1935, og fekk hann navnið Lhamo Dhondrub. Hann kom inn í eina bóndafamilju, og longu tá hann var 2 ára gamal, ásannaðu tey, at hann var tann nýggi Dalai Lama.
Dalai Lama tók formliga við heitinum á stórum hátíðarhaldi í Lhasa, sum er høvuðsstaðurin í Tibet. Hetta var í 1940, og varð Dalai Lama fimm ára gamal tá.
Sum seks ára gamal byrjaði Dalai Lama sína formligu útbúgving, og 24 ára gamal varð hann doktari í buddistiskari heimspeki (Geshe Lharampa útbúgving).
Eftir lokna útbúgving í 1959 mátti Dalai Lama flýggja úr heimlandinum Tibet, tí Kina, sum síðan 1950 hevði hersett Tibet, niðurbardi ein umfatandi tibetanskan uppreistur. Dalai Lama fekk politiskt friðskjól í India, og einir 80.000 tibetanar hava síðani fylgt honum til India. Í dag liva einir 120.000 tibetanar í útlegd, og stjórnin hjá Tibet er eisini í útlegd í India.
Tískil hevur Dalai Lama ferðast kring heimin fyri at kunna um støðuna hjá Tibet og roynt at fingið stuðul. Dalai Lama hevur vitjað eini 50 ymisk lond, og hann er kendur fyri at tosa um viðurskifti, ið knýta seg at heimspolitikki.
Dalai Lama virkar fyri betri mannarættindum og friðarligum loysnum upp á altjóða kreppur. Hann hevur skrivað nógv um hesi evni, og hansara bøkur um buddistiska heimspeki hava fingið altjóða viðurkenning.
Týðuligt tekin um, at Dalai Lama er ein viðurkendur maður, er, at hann í 1989 fekk Friðarheiðursløn Nobels. Ítøkiliga grundgevingin fyri at geva Dalai Lama Friðarheiðursløn Nobels var millum annað, at hann "í sínum stríði fyri einum fríum Tibet altíð hevur staðið í andstøðu til harðskap. Ístaðin hevur hann virkað fyri friðarligum loysnum við støði í tolsemi og virðing, til tess at varðveita søguliga og mentanarliga arvin hjá sínum fólki."
Vit eru øll líka
So Dalai Lama hevði onnur ting á skránni, enn at signa Harvard og fólkið her. Hann var nevniliga komin fyri at tosa um eina hugsjón, sum fyrst og fremst snýr seg um tolsemi, virðing, og ikki-hernaðarligar loysnir upp á kreppur.
Nøkur fólk, sum vóru til staðar henda mánadagin, høvdu sæð Dalai Lama fyrr, tí hann hevur vitjað Harvard áður. Men henda vitjanin er nakað heilt serligt, tí hesuferð tosar Dalai Lama í eini kristnari kirkju.
Tiltakið við Dalai Lama er ein sokallað altrúgvandi tænasta í kirkjuni. Tað vil siga, at allar heimsreligiónirnar eru umboðaðar í kirkjuni, henda dagin Dalai Lama er á vitjan. Men byrjunarorðini hjá Dalai Lama bera ikki brá av, at nógvir ymiskir átrúnaðarligir bólkar eru til staðar í kirkjuni.
- Vit eru øll líka. Tit og eg eru av sama slagi. Kroppurin er kanska ikki heilt tann sami, tí eg eri jú gamal, men grundleggjandi eru vit øll líka, sigur Dalai Lama. Hann leggur aftrat, at vit hyggja øll fram til framtíðina, og tískil hava vit vón. Og vón er gott, sigur Dalai Lama við eini róligari og djúpari rødd.
Dalai Lama fer víðari og endurtekur onkrar tankar hjá Søren Kierkegaard og sigur, at framtíðin ber so nógvar møguleikar í sær, og ofta eru vit kanska bangin av hesum, tí vit hava so nógvar møguleikar.
- Alt er møguligt, sigur Dalai Lama meðan hann hyggir róliga yvir mannamúgvuna í kirkjuni.
Friðarligt stríð fyri fríum Tibet
Dalai Lama er væl útbúgvin maður, og hann leggur áherðslu á, hvussu týdningarmikið tað er við útbúgving og vitan.
- Harvard er til fyri menniskja. Útbúgving og vitan eru ógvuliga týdningarmikið, og tað síggja vit á Harvard. Tað er næstan soleiðis, at eg føli, at eg onki havi at bjóða tykkum á Harvard, sigur Dalai Lama lítillátin, og fólkið í kirkjuni smílist, ásannandi at maðurin hevur meira at bjóða enn tey flestu.
Áhugin fyri Dalai Lama hevur eisini verið stórur, nú hann er í USA. Til dømis skal hann eisini til New York City, og hann hevur eisini vitjað aðrar lærustovnar í USA, millum annað MIT, sum liggur beint við Harvard.
Fólk og fæ á Harvard vóru eisini ógvuliga glað fyri vitjanina hjá Dalai Lama, og henda vitjanin verður mett at fara í søguna sum ein av teimum heilt stóru.
- Hetta er ein av teimum mest væleydnaðu døgunum, eg havi havt á Harvard, sigur Paul Souder úr Chicago, í tí vit ganga úr kirkjuni.
Tann 68 ára gamli Dalai Lama fer aftur til India tann 24. september, har hann framhaldandi fer at stríðast eitt friðarligt stríð fyri einum fríðum Tibet.










