Dalai Lama boðar nú frá, at hann gevst sum leiðari í teirri útlagnu tibetansku stjórnini. Men hann heldur fram sum andaligur leiðari.
-Í næstan 50 ár havi sagt, at tað tibetanska fólkið hevur brúk fyri einum leiðara, sum fólkið frítt hevur valt, og sum kann taka við eftir meg. Nú er tann stundin komin, sigur Dalai Lama.
Eftirmaður hansara verður Dharamsala, sum er tilnevndur forsætisráðharri har norðuri í India. Dalai Lama heldur hinvegin fram sum andaligur leiðari hjá tibetanunum.