Landsliðsspælari
Hesum hevur VB boðað frá á heimasíðu sínari.
Hetta merkir, at Daiva Toumaite hóast alt fær møguleikan at spæla EM-undankappingardystir fyri Litava.
Í fyrstu atløgu hevði hon annars givið avboð, tí hon við hesum hevði mist týdningarmiklu dystirnar móti Stjørnuni og Neistanum, men nú hevur venjarin sagt tað vera í lagi, um hon kemur mánadagin.
EM-undankappingin verður spæld í Portugal í døgunum 21. til 27. november.











