Daiva heldur fram í VB

Hóast vánirnar fyri næstu FM-finaluni á rað minkaðu nógv, tá VB um vikuskiftið tapti móti Neistanum, so høvdu tey í felagnum kortini eisini nakað at fegnast um.

Daiva Toumaite hevur seinnu árini verið mett millum tær allar bestu í føroysku hondbóltskappingini, og á heimasíðu felagsins hevur VB nú boðað frá, at skotsterki litavin tekur í øllum førum eitt ár afturat í felagnum.