Hondbóltur
Hetta staðfestir VB á heimsíðu sínari. Í undankappingarumfarinum, sum verður spælt í døgunum 21. til 27. november, skal Litava kappast við 11 onnur lond um pláss í EM-endaspælinum, sum verður í Svøríki komandi summar.
Daiva Toumaite hevur, síðani hon kom til Føroya, verið ein av allar fremstu kvinnuligu spælarunum her á landi, og í fjør varð hon uppiborið kosin sum besti spælarin.
Og eisini í Litava hava tey lagt góðu avrik hennara til merkis. Somikið væl hava tey lagt tað til merkis, at Daiva var at finna á listanum yvir spælarar, sum vórðu tiknar út til EM-undankappingina.
Men hon verður kortini ikki á liðnum. Um somu tíð, sum undankapping er á skránni, hevur VB útidystir móti ávíkavist Stjørnuni og Neistanum, sum bæði mugu metast sum argastu kappingarneytarnir hjá VB í oddinum. Og her hevur Daiva so valt, at hon heldur vil hjálpa felagnum.