Daiva breyt ringfingurin

Sigurin sunnudagin kann gerast dýrur hjá VB, tí mitt í seinna hálvleiki var Daiva Toumaite so óheppin at bróta sær ringfingurin á høgru hond, so hon helst má sita uttanfyri fleiri dystir

Kvinnuhondbóltur

At alt kann hava sín prís, mátti VB sanna sunnudagin, tá toppskjúttin frá undanfarnu kapping, Daiva Toumaite, miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist út við skaða.
Eftir at hon hevði verið hjá lækna aftan á dystin, fekk hon staðfest, at ringfingurin á høgru hond var brotin. Enn er ikki greitt, hvussu hetta kemur at ávirka hennara hondbóltsspæl komandi vikurnar, men í dag skal hon aftur kannast hjá lækna, áðrenn staðfest verður, hvussu drúgvan steðg hon má taka frá hondbóltinum, áðrenn fingurin er lektur aftur.
Men sum skiltist á vágbingum sunnukvøldið, eru vónirnar ikki tær bestu, og roknað verður við, at Daiva noyðist binda frið í nakrar vikur.
Næstu dystirnir hjá VB eru fyrst móti Sóljuni og Kyndli, áðrenn Stjørnan er á skránni fyrst í næsta mánaði. Uttan at nakað skal takast frá teimum báðum fyrrnevndu, munnu tey í Vági ynskja sær, at toppskjúttin í øllum førum verður klárur, áðrenn útidysturin í Klaksvík er á skránni.