Daily Mail: Wayne Rooney fer til Chelsea

Sambært stóra enska blaðnum "Daily Mail" er Chelsea tann mest sannlíki komandi arbeiðsgevarin hjá tí nú skjótt fyrrverandi Manchester United framherjanum, Wayne Rooney.

 

Wayne Rooney varð ikki við á byrjanaruppstillingini hjá Manchester United ímóti Swansea á OId Trafford leikvøllinum í Manchester ígjár.

 

Onnur feløg hava tó eisini bjóðað uppá Wayne Rooney. Sambært Daily Mail er talan um feløg, sum Bayern München, Paris Saint-Germain og Arsenal.

 

Komandi venjarin hjá Bayern München, Pep Guardiola hevur eisini Arsenal-spælaran, Jack Wilshire á ynskilistanum hjá sær.

 

Sambært Daily Mail hevur Arsenal-venjarin, Arsene Wenger verið í Fraklandi og leita eftir spælarum. Tað ljóðar, at tveir spælarar hjá Lyon, Maxime Gonalons og Clement Grenier. Grenier er skjótt leysur av sínum sáttmála við Lyon, og tí verður tað ikki so dýrt hjá Arsenal at gera hesi bæði spælarakeypini.