Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýris- og løgtingmamður
----
Minnini fríðka um í hugaheiminum, frá øllum teimum mongu ferðunum, sum óviti á heimshøvunum og millum fólk í londum hesu- og hinumegin miðkring Jarðar. Ein mynd, sum kortini kámar fyri tí hugfarsliga, eru hesar afturvendandi og møðisligu vitjanirnar í eini vælkendari stórkrambúð í Keypmannahavn, sum føroyingar hildu seg vera í slekt við onkursvegna. Vøruskráirnar – katalokini – høvdu at kalla somu tyngd í heimum kring landið sum bankabókin, Bíblian og telefonbókin. Fyri mær var hesin keypsskálin í Nørregøtu – Daells Varehus – Dalle Valle, sum danir róptu hann – ein plága. Høvdu ravløddu rullitrappurnar ikki stytt mær stundirnar, tíma eftir tíma, upp og niður, frá einari hædd til aðra, veit eg ikki hvussu hesar frekventeringarnar í innara býnum høvdu spælt av. Í afturhvarvinum ber til at síggja fullkomna meiningsloysi í hesi tíðarspillu, í hesum tíðarlumma, har alt bara mól í klingur. Síðani er Daells Varehus farið av knóranum, men lagnunnar speisemi vildi tað kortini soleiðis, at føroyingar fingu sítt egna Dahls Varehus.
Hin 9. mai 1998 boðaðu tríggir flokkar frá nýggjari politiskari alliansu á tingi, og í hesum sambandi varð sagt: “At føroyingar eru tjóð og Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki.” Sløk seks ár seinri høvdu málmmøðin og undanstøkkingin gjørt enda á hesi frælsisfylking, og í 10 ár síðani hevur ein fatal kontrabylting stjórnað Føroyum. Fyrst legði Javnaðarflokkurin seg flatan í 2004, Fólkaflokkurin reið honum nátt eftir nátt í ár so mong, at hann til endans gjørdist politiskt kynsleysur, tað bataði onki við vaktarskiftinum og eksklusiónini, og síðani hevur ein málmaður, sum helst hevur fingið ov mong hørð skot inn á skallan í HB-málinum, fungerað sum skotskjøldur hjá áhugamálunum handan Fólkaflokkin. Kontrarevolutiónir hava eisini sína tíð, og forvirringurin, í politisku skipanini og ímillum fólk, hevur ongantíð verið so umfatandi sum nú.
Kaos valdar, og samfelagið hórar enn so dánt undan av autonomu kvotunum í uppsjóvarvinnuni og pensjónsráninum (veruliga hallið á fíggjarlógini í 2014 hevði verið 475 milliónir krónur uttan forskattingina av pensiónunum(!)), sum samgongan nú ætlar at “forera” kommununum saman við eldraøkinum. Sosiala akkerið í Sambandsflokkinum – Lisbeth L. Petersen – gevur ilt av sær, og táið hennara hóvligheit ressast við, og boðar frá, at nú er nógmikið, tá stendur illa til. Sjálvur arvastrongurin í Sambandinum skeklar seg fomelt úr flokkinum, tí áhugamálini handan Fólkaflokkin stjórna øllum. Hetta er meginarvastrongurin umvegis GL og Dimmu og haðani aftur til Andrass Samuelsen – tað svarar til at Erlendur Patursson, Hákun Djurhuus og Petur Mohr Dam á eldri árum søgdu limaskapin upp í Tjóðveldis, Fólka, - og Javnaðarflokkinum. Arrogansan lýsir av málmanni Fólkafloksins (KLHJ) í Nesinum, og ikki minni av formanninum í Føroya Val, tá teir verða konfronteraðir við sosialu indignatiónina, sum er orsøkin til flýggjanina, teir kenna eftir øllum at døma ikki sína vitjanartíð, og einasta undanførslan hjá Kaj Leo er ein upphædd fyri meira enn 10 árum síðani, tá føroyingar sjálvir valdu at gjalda skúlan hjá landsins børnum úr egnum lumma – 366 milliónir um árið. Hann hevur havt øll hesi somu árini tøk til at bólta rút í høpinum, at fáa danir at yvirtaka føroyska skúlan aftur, og refundera upphæddina, men heldur ikki tað megnaði hann.
Streingirnir í politiskum kaos eru órannsakiligir. Tá alt vanligt vit og skil foykist burtur, daga brádliga teir merkiligastu filurarnir fram á torg býarinnar. Meðan ongin leið tykist gongd fyri øðrum, tað ørar fyri skallum teirra, hallucinatiónir káma fyri øllum skilvísi, júst har finnur kaospiloturin møguleikarnar og loynistíggjarnar. Eitt sum tey flestu minnast eina best úr kóvboykykmyndunum, og serliga í teknirøðini um stórskjúttan Lucky Luke, er jarðarferðarmaðurin – the undertaker - í svarta habittinum, tilsýnilátandi eyðmýktin sjálv, skræðuindignatiónin, við foldaðum lógvum og svarta skegginum tvørtur um høkugjónna, sum kosmetiskt kvalifiserar hann til eitt brot á pornológina, og helst hevur hann sjálvur framprovokerað duelluna – deyðiligu hólmgonguna – sum aftur einaferð hevur givið the funeral director ein ella tveir kundar. Produktión av kistum er tað næsta vit menniskju eru komin perpetuum mobile – ævinliga gonguverkinum - ein framleiðsla sum ongantíð endar, tað ræður bara um at fáa bíligu rávøruna til høldar, so at alt ikki endar sum hjá Daells Varehus.
Dagsaktuella málið er tjóðarflogfelagið Atlantsflog og tess lagna. Á miðjari nátt kapituleraði øll tann politiska skipanin – sum væntað samgongan og eisini andstøðan – fyri ætlanum jarðarferðarmansins og kumpanum hansara. 31 tingfólk høgdu ein trivaligan seym í kistuna, áðrenn farið verður undir at taka niður næsta og annað klípið í tjóðarvarðanum. Kaospiloturin er stóri sigursharrin. Atkvøðugreiðslan fer í ókomnum døgum at boða eftirkomarum okkara frá tí totala knæfallinum fyri Johan Dahl, náttina imillum teir báðar dagarnar Eulaliu og Benignus, táið Mánin annars stóð longstur frá Jørðini.
Atlantic Airways er ein føroysk sólskinssøga. Tað er undrunarvert hvussu starvsfólkið í felagnum upp úr nýggjum hevur laðað hendan skansan. Fleiri kappingarneytar hava mist á stokkinum hesi árini, og umsíðir dittaði ongin sær til at fara upp ímóti hesum kastalinum á flogleiðunum ímillum Føroyar og umheimin. Fyri 6-7 árum síðani ætlaði samgongan hjá Jóannesi Eidesgaard at einskilja felagið. Vit vóru ímóti at selja burturav almenna ognarskapinum, men í alra seinastu løtu eydnaðist tað at gera eina politiska semju um at selja triðingin av felagnum til privatar. Skuldi størri partur seljast, mátti Løgtingið konsulterast av nýggjum. Hetta vistu teir sum keyptu í keypsskálanum, tað forðaði teimum kortini ikki í at síggja møguleikan í keypinum. Ivaleyst hava teir eisini verið nøgdir, tí felagið hevur síðani entré´ina á børsinum goldið eigarunum 29,5 millónir krónur í vinningsbýti.
Ikki fyrrenn politiski deskruktørurin Johan Dahl gerst høvuðspartaeigari kemur kinkur í. Gamli skipasmiðjustjórin á Gørðunum og fyrrverandi fitnessoddvitin fer nú undir at royna seg sum politiskan vinnulívsmann. Eina náttina fyri nøkrum árum síðani hóvaði hann 30 milliónir upp úr landskassanum uppí tæguna hjá vinmonnunum í Smyril Line, og nú var sjálvskapti destabiliteturin og ruðulleikin vorðin so stórur í og kring um Atlantsflog, at privatu partaeigararnir máttu burtur úr áhugasferuni fyri fyrstkomandi aðalfund felagsins, skuldi alt ikki bresta í hondunum á kaospilotinum, sum higartil hevur stjórnað 2/3 av partabrøvunum, og nevndarformanni hansara, sum higartil í almennum samrøðum hevur avdúkað seg sum eina totala novisu, táið tað ræður um at standa á odda fyri einum flogfelag. Umráðandi var nú at lensa felagið fyri allan tøkan kapital og meiri enn tað, fyri at keypa sær frið fyri sjálvskaptum ófriði.
Í 2007 var tað Løgtingið sum seldi 1/3 av partabrøvunum fyri slakar 90 milliónir krónur. Skuldi felagið heilnationaliserast aftur var tað ikki meira enn rímiligt, at landið og sami kassi keypti hendan triðingin aftur, sum privatu eigararnir onkursvegna eru trýstir til at kíka søluna av fyri 71 milliónir krónur. Johan Dahl visti sjálvandi, at Løgtingið aldri á ævini fór at játta honum 71 milliónir danskar krónur fyri at káva útyvir sín egna kleyvarskap. Tí var alternativið at tøma kassan í felagnum, og hartil at leggja eina nýggja lánsbyrðu omaná skuldina í felagnum. Og er man fatalistur av lyndi, so situr ein nú bara og vónar at hendan novisan av einum donskum stjóra onkursvegna hórar undan við eini bussrutu á heimføðisásini ímillum Keypmannahavn og Vágar. Torpedo´in, sum nú er varpað inn í kroppin á tjóðarflogfelagnum, fer í ringasta føri at gera tað til ein potentiellan kunda hjá the funeral director, í hvussu er um durkdrivni politiski vinnulívsmaðurin sleppur at agera sum stjóri við tveimum “hentum idiotum” sum toruveit. Tað mest tragikomiska í øllum málinum er kortini sjáldsama støðan, sum samfelagsins sjakalar hava, eisini sum ráðgevar hjá jarðarferðarkrambúðum. Sami advokaturin, sum jarðarferðarmaðurin ripaði á dyr fyri nøkrum árum síðani, gongur nú við einum tjokkfullum seympakka í reyvalummanum, sum hjálpari og konsulentur hjá Dahls Varehus. Stefan Zweig skrivaði ikki “Kamæleónina” til fánýtis, týpan gongur aftur og aftur – serliga í advokatringinum.
Vinnupolitikkur er ongin. Einaferð stovnaði Johan Dahl heimasíðuna “Invest in the Faroes” – www.invest.fo. Ferð skuldi koma á føroyskt vinnulív við útlendskum kapitali, men tað sum hendir í flogmálinum man neyvan fara at draga fleiri investorar til Føroya. Slóðin er destabilisatión í tí verandi og tí sum riggaði - onki annað.
Tað er heldur ongin vón at hóma í løtuni annars. Tjóðveldi tykist ikki at hava nakað mótspæl og høvuðsmálið hjá Javnaðarflokkinum á tingi er nú við politiskari megi at seta úr gildi samtyktina hjá Málráðnum um føroyska stavraðið. Tað er tað.
Rullutrappurnar í Daells Varehus steðgaðu fyri nøkrum árum síðani, ímeðan rullutrappurnar, sum mala í klingur í føroysku útgávuni - Dahls Varehus – koyra upp og niður so hvørt sum hugsjónarleysir tingmenn úr øllum flokkum sleikja fótum hansara Johan Dahls á katastrofalu niðurbræðingarleið hansara.
Fær hendan kontrarevolutiónin andvegis føroyskum áhugamálum ongan enda?